|
Aðalfundurin hjá Bogaskjótisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum týsdagin 8. mai kl. 18.00.
Skrá sambært reglugerð.
Uppskot til nevndarval, lógarbroyting og onnur uppskot skulu vera nevndini í hendi seinast 7 dagar árðrenn fundin.
Fyri valið standa Eggaba Andreasen og Jastrid M. Jensen, tey stilla bæði upp aftur. |
|
Grand Prix og ársins skjúttar |
|
Aftur í ár hevur verið skipað fyri Grand-Prix hjá vaksnu skjúttunum, har Jógvan Niclasen og Eggaba Andreasen vunnu sínar bólkar.
Ársins skjúttar 2012 eru Beinir Danielsen og Sascha Due Niclasen.
|
|
Læs mere…
|
|
Bogaskjótifelagið VágaSkot skipaði sunnudagin 1. apríl 2012 fyri FM-kappingum fyri vaksin á 18m og børn um á 15m í høllini á Giljanesi.
Føroyameistarar 2012 hjá børnum eru Sascha Due Niclasen og Elias Magnussen.
Føroyameistarar 2012 hjá vaksnum eru Jógvan Niclasen og Eggaba Andreasen.
Úrslitini frá kappingini:
|
|
Læs mere…
|
|
Sunnudagin 1. apríl kl. 10.00 verða seinastu innandura kappingarnar í vetur.
Í ítróttarhøllini á Giljanesi verður skipað fyri FM hjá vaksnum og børnum.
Eisini endar Grand Prix kappingin hjá teimum vaksnu. |
|
Um vikuskiftið luttók 12 ára gamli Teitur Dalsgarð í DM fyri ung og vann gull í bólkinum Recurve Herre Mini.
Skotið varð frá 12 metrum. Innleiðandi skjeyt Teitur 549 stig og persónligt met, og var klárt á odda. Í finaluumførunum sat hann yvir fyrsta dyst og vann 1/4- og 1/2-finalurnar báðar 6-0, og vann hann gullfinaluna 6-4.
Úrslitayvirlitið fyri bólkin síggja tit her http://www.ianseo.net/TourData/2012/253/IFRHM.php
BSKF ynskir Teiti hjartaliga til lukku við meistaraheitinum.
|
|
Læs mere…
|
Aðalfundur verður 29. mars kl. 19.00 í høllini hjá Jim S.
Skrá:
1.) Sambært lógum felagsins 2.) Innkomin mál (mugu verða innkomin 8-dagar undan fundin) 3.) Ymiskt
Bogaskjótifelagið VágaSkot |
|
Bogaskjótifelagið Ørvur skipaði sunnudagin 4. mars fyri innandura kapping á Eiði.
Kappingin var skipað soleiðis, at skjúttarnir skutu dystir á 12 pílar móti hvør øðrum í tveimum innleiðandi bólkum í ávikavist recurve og compound.
Tveir teir bestu skjúttarnir fóru síðan víðari til finaluumførini.
|
|
Læs mere…
|
|
Leygardagin 3. mars skipaði Bogaskjótifelagið Tambar fyri innandura kapping í Havn. Skotið var í 4 bólkum – recurve menn og kvinnur og compound menn og kvinnur.
Nýggir skjúttar tóku seg fram á heiðursmerkjapláss, og 3 persónlig met.
Eisini vitjaðu fleiri luttakarar úr Íslandi.
|
|
Læs mere…
|
|
3. MAR 2012 skipar Bogaskjótifelagið Tambar fyri kappingini Tambar Open í venjingarhølinum hjá Tambar í Havn.
Kappingin veður skotin í 4 bólkum – kvinnur og menn í revurve og kvinnur og menn í compound. Slotið verður vanligt 60 píla umfar við finalum – allar finalur sett-skjóting.
Skráin fyri kappingina:
|
|
Læs mere…
|
|
Bogaskjótifelagið Ørvur hevur um vikuskiftið 28. og 29. januar skipað fyri tveimum kappingum. Leygardagin skutu børnini 15 metur og sunnudagin skutu vaksin 18 metur.
Hjá børnunum vóru skotin 6 persónlig met og hjá teimum vaksnu varð eitt persónligt met skotið.
Nevnast kann, at ungi skjúttin Sascha Due Niclasen, VágaSkot, megnaði føroyskt met leygardagin og persónligt met sunnudagin.
|
|
Læs mere…
|
|
3 gull og 2 silvur í RIG 2012 |
|
Við luttøku av 7 bogaskjúttum í Reykjavik International Games 2012, sum var um vikuskiftið, skutu teir seg til 3 gull og 2 silvur.
Eggaba Andreasen, Jastrid M. Jensen og Rakul Dam fingu gull.
Jógvan Niclasen og Sascha Due Niclasen fingu silvur.
|
|
Læs mere…
|
|
Um vikuskifti 14. og 15. JAN 2012 vóru kappingar fyri børn og vaksin á Giljanesi. Tíverri var stórt forfall báðar dagarnar, men hóast hetta blivu góð úrslit skotin báðar dagarnar.
Íalt 9 persónlig met og ein tangering av persónligum meti.
|
|
Læs mere…
|
|
Næstseinasta dag í árinum bleiv skipað fyri annarleiðis kapping í hølinum hjá Ørvi í Runavík. Byrjað varð kl. 09.00 og skutu skjúttarnir út í eitt til øll høvdu skotið fýra umfør hvør, t.v.s. 4x60 pílar. Skjúttarnir høvdu skipað seg sum pør og skiftust at skjóta 30 ella 60 pílar hvørja ferð. So skjótt ein var liðugur, byrjaði tann næsti. Síðstu pílarnir blivu skotnir kl. 17.30.
Nøkur persónlig vóru eisini.
|
|
Læs mere…
|
|
Føroyskir bogaskjúttar hava aftur í ár møguleikan at luttaka í íslendskari kapping. Vitji heimasíðuna, har tit síggja skrá og kunnu melda til
http://www.rig.is/sports/archery |
|
Kapping á Eiði 11. DEC 2011 |
|
Bogaskjótifelagið Ørvur skipaði í dag fyri kapping hjá vaksnum í Ítróttarhøllini á Eiði. Fleiri høvdu forfall.
Beinir Danielsen vann sína fyrstu kapping. Og Magnus Andreassen megnaði næsta part av kravinum til HM-luttøku.
Fýra persónlig met.
|
|
Læs mere…
|
|
Norski heimsskjúttin Morten Bøe var aftur í Føroyum seinasta vikuskiftið og hevði venjingar og testir við flestu av føroysku bogaskjúttunum. Hesaferð var talan mest um upptøkur á speed-camera, sum nágreiniliga vísti, hvat arbeiðast kann við á teknisku síðuni, eins og greitt kundi síggjast, hvørt skjúttarnir høvdu røttu pílar, stillingar o.s.fr..
Sunnudagin var Morten eygleiðari undir kappingini í Vágum. Aftaná kappingina høvdu vit eftirmeting við nøgdum skjúttum. |
|
Ein sera góð og spennandi kapping hjá teimum vaksnu bleiv skotin í høllini á Giljanesi í dag, har Bogaskjótifelagið VágaSkot skipaði fyri kapping á 18 metrum fyri vaksin.
Tveir skjúttar omanfyri kravið til innandura HM.
4 persónlig met.
|
|
Læs mere…
|
|
Bogaskjótifelagið VágaSkot skipaði dag fyri kapping fyri yngru skjúttunum í fimleikarhøllini á Giljanesi. Skotið varð á 12 metrum.
5 persónlig met.
|
|
Læs mere…
|
|
19. og 20. novembur var norðurlendskt dómara seminar í Idrættens Hus í Keypmannahavn við luttøku úr Føroyum, Noregi, Svøríki og Danmark.
Seminarið umfataði viðkomandi framløgur um og støður ein dómari kann koma fyri, eins og nýggjastu reglurnar blivu gjøgnumgingnar og eftirmettar.
Føroysku luttakararnir vóru Schandorff Vang, Annika Vang og Eggaba Andreasen.
|
|
Læs mere…
|
Fyrsta innandura kappingin fyri vaksin varð skotin í hølinum hjá Tambar í Havn í dag sunnudag 6. novembur. Við í kappingini vóru 18 luttakarir – 10 í compound og 8 í recurve.
3 persónlig met og eitt úrslit omanfyri kravið fyri luttøku til innandura HM 2012.
|
|
Læs mere…
|
|
Fyrsta vetrarkappingin hjá børnum hevur verið í dag leygardagin 5. novembur. Kappingin bleiv skotin í hølinum hjá Tambar í Havn. Við vóru 10 børn – 9 í recurve og 1 í compound.
Skotið bleiv á 12 metrum. 60 pílar í innleiðandi skjóting og síðan finalur.
Innleiðandi úrslitini vóru hesi:
|
|
Læs mere…
|
|
Schandorff til Olympisku Leikirnar |
|
Schandorff Vang er enn einaferð útnevndur at vera dómari til Olympisku Leikirnar í London 2012.
Útnevningin verður gjørd í dómaranevndini hjá altjóða felagsskapinum og góðkend av stjórnini. Tey útnevndu fáa síðan boð við brævið. Hetta verður vanliga gjørt umleið eitt ár, áðrenn OL verður. Hetta bræv fekk Schandorff í gjárkvøldið.
|
|
Læs mere…
|
|
Venjingartíðirnar fyri veturin 2011-2012 eru nú ásettar.
Her finna tit tíðir og kontaktpersónar:
http://www.faroese-archery.com/samband |
Í heystfrítíðini fara okkara kvinnuligu skjúttar Jastrid M.R. Jensen, Annika Vang og Anja Johansen at læra kvinnur at skjóta boga.
Tiltakið er fyri allar kvinnur 18+. Tiltakið er ókeypis.
Mikudagin 12. OKT kl. 18.00 í høllin á Giljanesi.
Fríggjadagin 14. OKT kl. 18.00 á Skipasmiðjuni í Tórshavn.
Leygardagin 15. OKT kl. 18.00 í hølinum hjá Ørvi í Runavík.
|
|
Best Sports Event of the Year |
|
Archery World Cup Finals 2010 blivu skotnar í Edinburgh í Skotlandi seinasta heyst.
Scottish Event Award hevur í síðstu viku kosið tiltakið til ársins besta. Meiri kann lesast á
http://www.scottisheventawards.net
|
|
Læs mere…
|
|
Eggaba Andreasen byrjaði í 1/8 útilokingini, har hann møtti einum svia. Skotið varð í settum - best av 5 settum á 2 stig. Eggaba kom afturum 0-4, men megnaði at koma upp á 5-5 og sostatt til umskjóting, har hann tapti 9-10. Endaliga støðan hjá Eggaba bleiv nr. 9 í bólkinum yvir 50 ár.
Tórfinn Hansen byrjaði eisini í 1/8 útilokingini, men tapti sín dyst 0-6. Hann endaði eisini sum nr. 9, men í bólkinum 40-50 ár. |
|
Eggaba Andreasen, VágaSkot, sum luttekur í EMG 2011 hevur í innleiðandi skjótingini fingið eitt gott útgangsstøði til finalurnar í morgin. Hann bleiv innleiðandi nr. 5 av 18 skjúttum. Eggaba er í bólkinum recurve 50+
Tórfinn Hansen, VágaSkot, luttekur eisini í hesi kapping, hann bleiv nr. 15 í innleiðandi skjótingini og er eisini við í sinaluumførunum í morgin. Tórfinn er í bólkinum recurve 40-50. |
|
Tveir skjúttar til EMG í Italia |
|
Jógvan Magnus "Eggaba" Andreasen og Tórfinn Hansen, báðir úr VágaSkoti, eru farnir til Lignano í Italia at luttaka í European Master Games.
Almenna venjingin verður 12. septembur. |
|
Jógvan og Bogi føroyameistarar 2011 |
Uttandura FM varð skotið á Svangaskarði 3. september 2011 í hampuligum veðri. Tó kom nakað av regni móti endanum av kappingini, hetta darvaði skjúttunum eitt sindur.
Hóast skotið varð eftir nýggju altjóða reglunum, so gekk væl.
Jógvan Niclasen, Tambar, bleiv føroyameistari í compound.
Bogi Højgaard, Ørvur, bleiv føroyameistari í recurve.
|
|
Læs mere…
|
|
Uttandura FM verður skotið á Svangaskarði leygardagin 3. septembur.
Upphitingin byrjar kl. 09.30. Kappingini byrjar kl. 10.00.
Skotið verður sambært teimum nýggju FITA-umførunum.
|
|
Læs mere…
|
|
Tann 9. august fer Schandorff Vang til Shenzhen í Kina, har hann skal vera dómaraformaður í samband við Summar Universiaduna 2011.
Hetta er ein av teimum stóru uppgávunum, sum Word Archery (WA) - (FITA hevur broytt navn) - tillutar sínum dómarum eftir umsókn.
|
|
Læs mere…
|
Væl heim aftur komin skal takast saman um, hvussu OyL hevur hildnast fyri okkara bogaskjúttar.
4 gull, 3 silvur, 4 bronsu og fleiri met.
Soleiðis kundi man kanska sagt tað heilt stutt, men tað má greinast eitt sindur meiri.
|
|
Læs mere…
|
|
Seinasti dagurin fyri okkara skjúttar var í dag og var dystarskjóting fyri liðini á skránni.
Vit fingu eitt gull í recurve og eitt silvur í compound.
Dystirnir vóru hesir:
|
|
Læs mere…
|
|
Finaludagur – einstaklingar |
Mikudagurin hevur verið brúktur til dystar skjóting við útiloking og finalum.
1 silvur- og 2 bronsuheiðursmerki afturat eru komin í hús.
Dagurin byrjaði aftur við brennandi sól og skiftandi argandi vindi, sum til tíðir darvaði skjúttunum sera nógv. Stigini vóru tí ikki tey stóru, men sum heild var skjótingin í lagi.
|
|
Læs mere…
|
|
Týsdagur – innleiðandi skjóting |
Dagurin byrjaði sum vanligt við upphiting kl. 09.00, eitt sindur kaldari veður og fitt av vindi. Vindurin tarnaði skjúttunum nakað, men tað gekk sum heild væl hjá okkara skjúttum.
Í næstseinasta umfari steðgaði høvuðsdómarin kappingini orsaka av toruveðri, tí vandi kundi verða fyri, at toran slóg niður. Bogarnir eru av metalli, so tað hevði ikki verið stuttligt at fingið vitjan, meðan man stóð á skjótilinjuni.
|
|
Læs mere…
|
|
3 gull, 1 silvur og 2 bronsu |
Fyrsti kappingardagur er av og tað gekk ikki so heilt galið.
Í brennandi sól, 24 hitastigum og skiftandi vindi byrjaði dagurin kl. 09.00 við upphiting. Kappingin endaði ikki fyr enn kl. 18.00.
Úrslitini hjá okkara skjúttum vóru hesi:
|
|
Læs mere…
|
|
3 gull, 1 silvur og 2 bronsu |
Fyrsti kappingardagur er av og tað gekk ikki so heilt galið.
Í brennandi sól, 24 hitastigum og skiftandi vindi byrjaði dagurin kl. 09.00 við upphiting. Kappingin endaði ikki fyr enn kl. 18.00.
Úrslitini hjá okkara skjúttum vóru hesi:
Jógvan Niclasen, gull, 1345 stig
Albert Dam, silvur, 1311 stig
Jóannes Poulsen, nr. 7, 1284 stig
Schandorff Vang, nr. 8, 1282 stig
Har vóru bert fá stig upp til nr. 3, sum hevði 1293.
Jógvan skjeyt eisini met fyri fult umfar og á 30m, har hann megnaði 359 stig av 360 møguligum – hetta er eitt sera gott úrslit, sum uttan iva kemur at standa í langa tíð.
Sigrid Vang, nr. 4, 1308 stig
Rakul Dam, nr. 8, 1235 stig
Sigrid setti føroyskt met á 30m við 351 stigum.
Sigast kann, at tær tríggjar, sum vóru frammanfyri Sigrid, vóru allar í serflokki. Onkur teirra er á enska ungdómslandsliðnum.
Absalon Hansen, bronsu, 1158 stig
Hans Petur Højgaard, nr. 4, 1156 stig
Eggaba Andreasen, nr. 14, 1064 stig
Har var alla tíðina javnt og skiftandi, hvørjir vóru fremri á plássunum frá nr. 2 til 5.
Annika Vang, bronsu, 1168 stig
Jastrid M. Jensen, nr. 12, 1005 stig
Annika skjeyt nýtt OyL-met á 70m við 278 stigum.
Samanum tikið kann sigast, at longru frástøðurnar vóru sera missjavnar hjá flestu av okkara skjúttum, men men betri gekk á styttru frásøðunum.
Vit hava ikki fingið endaliga úrslitalistan og kunnu tí ikki við fullari vissu siga heilt nágreiniligu úrslitni fyri lið, men tað kemur í morgin.
Úrslitatænastan aftur hesaferð var ikki tann besta, tað tók best nærum 1½ tíma at fáa fyrstu einstaklinga úrslitini endaliga.
|
Sunnudagur er vanliga venjingardagur og byrjað varð kl. 10.00 í allar fagrasta veðrið – brennandi sól við nógvum hita og eitt sindur av síðuvindi.
Allar frástøður blivu royndar og eitt sindur yvir kl. 15.00 steðgaðu vit.
Síðan var tekniskur fundur fyri liðleiðarar.
Samanum tikið gekk væl hjá skjúttunum. So var bert at fara heim á hotellið til ein døgurðabita, fund og hvíld, áðrenn fyrsta kappingardagin.
|
Fríggjadagurin bleiv allur brúktur í Ryde, har setanin skuldi var.
Eftir stuttan fund saman við ÍSF forsetan varð farið til Ryde, fyrst at finna parkeringspláss til bilar okkara í góðari tíð. Síðan var bert at nýta veðrið og ganga runt og hyggja eftir, hvat hesin býur hevði at bjóða.
|
|
Læs mere…
|
Fyrstu 10 komin væl uppá pláss á Hotel Royl Pier í Sandown á Isle of Wight.
Ætlanin er her at geva eina stutta frágreiðing um, hvussu dagarnir hjá okkum roynast, meðan vit eru á oyggjaleikaferð.
|
|
Læs mere…
|
|
Skrá hjá bogaskjúttunum ti OyL |
Fyrstu skjúttarnir fara til Isle of Wight hósdagin 23. Juni og teir seinastu fara leygaradagin 25. Juni.
Hópurin umfatar 11 skjúttar og 1 hjálpara – 6 í compound og 5 í recurve.
Í compound luttaka Jógvan Niclasen og Rakul Dam úr Tambar, Jóannes Poulsen, Albert Dam, Schandorff Vang og Sigrid Vang úr Ørvi.
Í recurve luttaka Absalon Hansen og Jastrid M. Jensen úr Tambar, Annika Vang og Hans Petur Højgaard úr Ørvi, og Eggaba Andreasen úr VágaSkoti.
|
|
Læs mere…
|
Skipað varð fyri kapping á Tórsvølli 13. Juni 2011, har oyggjaleika skjúttarnir skutu fulla FITA, t.v.s. 144 við 36 pílum á hvørjari frástøðu.
Jógvan Niclasen, Tambar, 322 stig á 90 metrum
Sigrid Vang, Ørvur, 342 stig á 60 metrum
Hans Petur Højgaard, Ørvur, 275 stig á 90 metrum
Annika Vang, Ørvur, 292 stig á 70 metrum
|
|
Læs mere…
|
|
Kapping á Tórsvølli 2. Hvítusunnudag |
Oyggjaleikahópurin hevur kapping á Tórsvølli 2. Hvítusunnudag kl. 09.45.
Skotið verður ein full FITA, t.v.s. 144 pílar við 36 pílum á hvørjari frástøðu.
|
|
Um vikuskiftið hava vit havt vitjan av tveimum útlendskum venjarum, sum hava gingið til handa við hjálp til skjúttarnar, sum skulu luttaka á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í summar. Tiltakið var sera væl eydnað.
|
|
Læs mere…
|
|
Eftir seinastu úttøkukappingina Skýrisdag eru recurve- og compoundliðini mannaði.
Skotnar hava verið tríggjar kappingar, har tvey tey bestu úrslitini eru galdandi. Eisini skuldi skjúttarnir klára eitt ávíst krav minst einaferð fyri fult umfar:
Recurve kvinnur skuldu klára 980 stig
Recurve menn skuldu klára 1075 stig
Compound kvinnur skuldu klára 1200 stig
Compound menn skuldu klára 1260 stig
Hesi manna liðini:
|
|
Læs mere…
|
|
...var Tórsvølli Skýrisdag. Við vóru 20 skjúttar. Veðrið var avbera gott til skjóting og blivu eisini skotin tvey føroysk met og tvey persónlig met, eins og okkurt persónligt met eisini bleiv sett fyri frástøður.
Annika Vang setti nýtt met á 60m og fyri fult umfar.
Úrslitini vóru hesi:
|
|
Læs mere…
|
|
... verður á Tórsvølli Skýrisdag. Byrjað verður kl. 13.00.
Hetta er seinasta kapping í úttøkuni til OyL 2011. Higartil eru tað 12, sum hava megnað at skjóta omanfyri kravið, men av teimum sleppa bert 11 við. Eitt pláss stendur opið enn.
Hesi hava megnað kravið higartil:
|
|
Læs mere…
|
|
...hevur verið á Tórsvølli 17. APR 2011. Við vóru 20 skjúttar. 6 skjúttar afaturat komu upp um krøvini til at koma á OyL-liðini.
Annika Vang skjeyt nýtt føroyskt met á 60 metrum, eins og fýra aðrir skjúttar høvdu persónlig met.
Úrslitini vóru hesi:
|
|
Læs mere…
|
|
...verður á Tórsvølli sunnudagin 17. apríl. Kappingin byrjar kl. 15.00. |
|
BSKF hevur gjørt avtalu við tveir venjarar um at koma til Føroya í mei mánað, tá OyL-liðini eru úttikin. Teir verða í Føroyum frá 12. til 16 mei.
Teir eita Morten Bøe úr Noregi og Gøran Bjerendal úr Svøríki.
|
|
Læs mere…
|
|
Fyrsta úttøkukappingin til OyL 2011 bleiv skotin á Tórsvølli 2. APR. Við vóru 19 skjúttar. Veðrið var gott, men fitt av vindi, meðan longru frástøðurnar blivu skotnar. Hetta darvaði og blivu úrslitini eisini har eftir.
6 skjúttar megnaðu at skjóta omanfyri kravið, sum er ásett.
|
|
Læs mere…
|
|
Aðalfundur hjá Bogaskjótifelagnum Ørvi verður í hølinum í Runavík fríggjadagin 15. apríl kl. 19.00.
Skrá sambært reglugerð. |
|
Fyrsta úttøkukapping til OyL verður á Tórsvølli leygardagin 2. apríl.
Kappingin byrjar kl. 13.00.
Skotið verður FITA1440 - t.v.s. 36 pílar á hvørjari frástøðu. Kvinnur skjóta 70, 60, 50 og 30m. Menn skjóta 90, 70, 50 og 30m.
|
|
Tríggir føroyameistarar hjá børnunum |
|
Bogaskjótifelagið Ørvur skipaði í dag 20. MAR 2011 fyri FM-kappingum á 15 metrum fyri børn. Skotið varð í trimum bólkum – compound, recurve dreingir og recurve gentur.
Eitt føroysk met og 8 persónlig met í innleiðandi skjótingini, og 2 føroysk met fyri 12 píla dyst. Úrslitini vóru hesi:
Compound
Hetta er ein lítil bólkur, men eru hesar báðar genturnar í VágaSkot sera knáar. Innleiðandi skutu tær
|
|
Læs mere…
|
|
Seinastu árini er valdur ársins skjútti hjá vaksnum og hjá børnum.
Oddmar Nielsen, Ørvur, er ársins skjútti hjá teimum vaksnu.
Sascha Due Niclasen, VágaSkot, er ársins skjútti hjá børnunum.
|
|
Læs mere…
|
|
Úttøkukappingarnar til OyL 2011 |
|
Tríggjar úttøkukappingar skulu skjótast í apríl mánað fyri at finna fram til, hvør skal manna liðini, sum skulu til OyL á Isle of Wight í summar. Tíðin er stutt, tí seinasta freist at boða frá, hvørjir skjúttarnir eru, er 25. apríl.
Kappingarnar verða skotnar á Tórsvølli - alt eftir, hvussu veðrið er - hesi vikuskiftini:
|
|
Læs mere…
|
|
FM á 15m fyri børn verður í kjallaranum í ítróttarhøllini í Runavík sunnudagin tann 20. MAR 2011.
Upphiting byrjar kl. 09.30.
Kappingin byrjar kl. 10.00.
Skotnir verða 60 pílar + finalur. |
|
Aðalfundurin hjá Tambar verður hildin 24. mars í hølinum hjá Tambar. |
|
Henda kapping er bygd upp um tey úrslit, sum verða skotin í kappingunum á 18 metrum gjøgnum veturin. Kappingin er skipað í compound og recurve, har menn og kvinnur skjóta saman. Tað eru tey innleiðandi úrslitini, sum er teljandi. Besti skjútti fær 7 stig, næsti 5 stig, triði 4 stig o.s.fr..
Tórfinn Hansen, timburmeistari, hevur latið ferðasteyp til hesa kapping.
|
|
Læs mere…
|
|
24 vaksin luttóku í skjótingini – 13 í bólkinum compound og 11 í bólkinum recurve. Úrslitini vóru hesi:
Compound – Kaj føroyameistari
Jógvan Niclasen, Tambar (291+285) 576 stig
Albert Dam, Ørvur (285+284) 569 stig, 31 10’arar og 28 9’arar
Nikkel Petersen, Ørvur (288+281) 569 stig, 31 10’arar og 27 9’arar
Magnus Andnreassen, Ø (283+284) 567 stig
Sigrid Vang, Ø (290-275) 565 stig, 27 10’arar og 31 9’arar
Kaj Johannesen, Ø (285-280) 565 stig, 27 10’arar og 31 9’arar
Jóannes Poulsen, Ø (281+280) 561 stig
|
|
Læs mere…
|
|
12 børn luttóku í skjótingini um føroyameistaraheitið – 2 í bólkinum compound og 10 í bólkinum recurve. Úrslitini vóru hesi:
Compound – Sascha føroyameistari
Sascha Due Niclasen, VágaSkot (263+266) 529 stig P
Laila Christiansen, V (266+262) 528 stig P
Gullfinalan: Sascha-Laila 109-107.
Recurve – Hans føroyameistari
|
|
Læs mere…
|
|
Sunnudagin 6. MAR 2011 kl. 10.00 byrja føroyameistara kappingar í ítróttarhøllini á Eiði.
Vaksin skjóta 18 metrar og børn skjóta 12 metrar.
5 føroyameistarar skulu finnast í hesum bólkum: Recurve og compound blandaðir bólkar fyri vaksin, compound blandaður bólkur børn, og recurve dreingir og gentur. |
|
Bogaskjótifelagið VágaSkot skipaði sunnudagin 27. februar 2011 fyri kapping í høllini á Giljanesi, har børn skutu 15 metur og vaksin skutu F2F á 18 metrum.
F2F er tað, sum kallast Face-to-Face, har skjúttarnir skjóta dystir á 12 pílar móti hvør øðrum í bólkum. Vunnin dystur gevur 2 stig, javnur 1 stig og taptur 0 stig. Við hesum stigum fara nr. 1 og 2 víðari til gull- og bronsufinalurnar. Síðan verða 4 teir næstu skjúttarnar tvørtur um báðar bólkar funnir við teimum stigunum, teir hava skotið teir fyrstu 60 pílarnar. Hesir skjóta eina B-finalu um plássini 5-8.
|
|
Læs mere…
|
|
Bogaskjótifelagið Tambar skipaði í dag fyri kapping í Havn, har eisini gestir úr Íslandi og Noregi luttóka. Tað mest forkunnuga var, at altjóða compound skjúttin Morten Bøe var ein av luttakarunum.
Morte Bøe vitjaði skjúttarnar, tá teir vandu fríggjadagin, eins og hann hevði ein fyrilestur um mentala venjing, har hann m.a. tosaði um sínar persónligu royndir í altjóða skjóting.
Sum væntað var tað Morten Bøe, sum vann innleiðandi skjótingina, hetta gjørdi hann við sínum ársins besta innandura úrsliti – 595 stig av 600 møguligum.
|
|
Læs mere…
|
|
Norðurlandafundur í Føroyum |
|
BSKF hevur leygardagin 19. februar skipað fyri norðurlendskum fundi í bogaskjóting har luttøka var við 4 fólkum úr Svøríki, 2 úr Noregi, 1 úr Danmark, 1 úr Íslandi og 3 úr Føroyum.
Luttakararnir vóru bodnir til Føroya ein dag áðrenn fundin og tóku sviar og normenn av hesum. Koyrt varð runt um úr Gásadali til Viðareiðis, eins og vitja var ymsa staðni. Íslendarin kom seinni hendan dagin og møttust øll til ein góðan nátturðabita um kvøldið.
Leygardagin varð fundurin hildin á Hotel Tórshavn. Serliga blivu viðgjørd ting kring NUM fyri ung. Í hesum førum var talan um nýggju broytingarnar hjá FITA, hvørt tær skuldu galda fyri compound skjúttarnar ella ikki.
|
|
Læs mere…
|
|
Vágaskot lýsir hervið til eykaaðalfund hósdagin 03-03-2011, kl 20.00 í høllini hjá Jim S.
Skrá:
1. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu 2010 til góðkenningar.
2. Viðtøkubroytingar viðv. limagjaldi
3. Innkomin mál.
(mál mugu verða innkomin 12 dagar fyri fundin)
Bogaskjótifelagið VágaSkot |
|
Ein av heimsins bestu ... |
|
...bogaskjúttum kemur til føroya at skjóta og venja saman við føroyskum skjúttum 24.-27- februar.
Morten Böe úr Sandefjord í Noregi er 39 ára gamal og hevur verið ein av heimsins bestu compound bogaskjúttum í mong ár. Hann hevur nógvar royndir og kemur hann til Føroya at luttaka í tveimum kappingum 26. og 27. februar.
Samstundis hevur BSKF gjørt avtalu við hann um, at hava ein fyrilestur um mentala venjing, eins og hann skal hava tekniskar venjingar saman við skjúttum ein-til-ein.
Til hesar kappingar fáa vit eisini vitjan úr Íslandi. Kappingarnar verða í Havn leygardag og í Vágum sunnudag. |
|
Frederiksborg Pokalen 2011 |
|
Hvat skal man siga?
Góð úrslit, men stórt skuffilsi um vánaliga fyriskipan av kappingini, sum gjørdi, at føroysku skjúttarnir mistu møguleikan at skjóta í finaluumførunum.
Úrslitini fyrst
Fýra skjúttar – Oddmar Nielsen, Ørvur, luttók í bólkinum FITA Kadett, Eggaba Andreasen og Jim S. Guttesen, VágaSkot, og Jastrid M. Jensen Tambar, luttóku í bólki tvey – øll recurve skjúttar.
|
|
Læs mere…
|
|
Kapping í Runavík 30. JAN 2011 |
|
Ørvur skipaði fyri kapping í ítróttarhøllini í Runavík har luttøka var av 11 børnum og 22 vaksnum, hóast nøkur høvdu forfall.
Føroyskt met
Annika Vang, recurve kvinnur, setti nýtt føroyskt met við 557 stigum. Eisini vóru 2 persónlig met hjá teimum vaksnu og 10 persónlig met hjá børnunum.
Børn
Bert ein skjútti var í compound bólkinum, men tað forðaði ikki Sashu Due Niclasen úr VágaSkoti at skjóta 543 stig og persónligt met.
|
|
Læs mere…
|
|
Stór áhugaverd kapping er hetta vikuskiftið í Nimes í Fraklandi. Innleiðandi skjóting hevur verið í dag - úrslitini finnast her:
http://www.arcclubdenimes.com/resulttournoi/11/qualifs11.pdf
Næstu dagarnar verða finalurnar skotnar og verða tær streamaðar - leinkjur finnast her:
http://www.arcclubdenimes.com/index.php?lang=en |
|
Innbjóðing til Tambar Open 2011.
Kappingingin Tambar Open verður í ár tann 26. februar. Skotið verður á 18 metrum. Innleiðandi 60 pílar + finalur. Skotið verður kvinnur og menn hvør sær.
Tá freistin er farin, fáa luttakararnir nærri boð um, hvussu kappingin verður skipað. |
|
Finalurnar í kappingini blivu skotnar í dag og fingu okkara skjúttar 3 gull heiðursmerkir.
Rakul Dam var einsamøll í sínum bólki og skjeyt tískil ikki í dag.
|
|
Læs mere…
|
|
Ísland – innleiðandi 15. JAN 2011 |
|
Skjúttarnir hava í dag verið í innleiðandi skjóting.
Compound menn:
Jógvan Niclasen bleiv nr. 2 við (283+283) 566 stigum.
5 skjúttar í bólkinum.
|
|
Læs mere…
|
|
Kapping í Íslandi 15.-16. januar 2011 |
|
5 av okkara skjúttum eru í dag farnir til Íslands til kapping.
Compound menn: Jógvan Niclasen, Tambar.
Compound kvinnur: Rakul Dam, Tambar.
Recurve menn: Eggaba Andreasen og Jim S. Guttesen, VágaSkot.
Recurve kvinnur: Jastrid M. Jensen, Tambar.
Úrslit og myndir verður lagt út, so skjót nakað frættist. |
|
Kapping í Vágum 9. JAN 2011 |
Børn og vaksin skutu í høllini á Giljanesi – størsta kappingin higartil í vetur – 12 børn og 19 vaksin.
Børn
Compound er við at koma inn aftur og skutu tvær gentur úr VágaSkoti. Laila Christiansen hevur skotið í fjør, men er hetta fyrstu ferð í vetur, at compound er á skránni hjá teimum yngru, og skutu tær báðar persónlig met. Innleiðandi úrslitini vóru hesi:
Laila Christiansen, V, (240+242) 482 stig, P
Sasha Due Niclassen, V, (223+254) 477 stig, P
Tær skutu síðan eina finalu har Laila vann 102-99.
Í recurve luttóku 9 børn harav 7 skutu persónlig met. Innleiðandi úrslitini vóru hesi:
|
|
Læs mere…
|
|
|