Komandi Tiltøk

Nýtt frá FITA

Best Sports Event of the Year

Archery World Cup Finals 2010 blivu skotnar í Edinburgh í Skotlandi seinasta heyst.

 

Scottish Event Award hevur í síðstu viku kosið tiltakið til ársins besta. Meiri kann lesast á

http://www.scottisheventawards.net

 

Hetta var soleiðis eisini ein heiður fyri Schandorff Vang, sum luttók sum dómari í hesum finalum, saman við tveimum øðrum altjóða dómarum. 

 

- Finalurnar blivu skotnar mitt í stóru vøkru parkini. Umstøðurnar vóru av teimum allar bestu, eins og fyriskipanin og alt kring skjótiøkið var á sera høgum støði. Eitt minni fyri lívið - greiður Schandorff frá.